Framherji og Næraberg keyptu alt á uppboðssøluni

bannari
21.08.2018 - 15:36
AktueltVinna
Framherji og Næraberg keyptu alt á uppboðssøluni
Framherji og Næraberg keyptu alt, tá afturlatin uppboðssøla av rættindum at veiða makrel var í dag.
 
 

Góð 10.900 tons av makreli vórðu seld fyri smáar 59 milliónir krónur, upplýsir Vørn.

Framherji keypti nógv tann størsta partin, sløk 8.800 tons fyri slakar 47 milliónir krónur.

Tað er lægsta boðið, sum sleppur upp í part, sum ásetir prísin, ið øll skulu gjalda.

Miðalprísurin fyri eitt ára rættindi var 5 krónur 80 og 4 krónur 70.

Miðalprísurin fyri trý ára rættindi var 5 krónur og 11 oyru.

Og miðalprísurin fyri átta ára rættindi var 6 krónur og 10 oyru.

Í alt varð also keypt fyri smáar 59 milliónir krónur á uppboðssøluni í dag.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. november
Miss Perfect (4:6)
87155
Sunnudag 18. november
Andaktin
87870
Sunnudag 18. november
Guðstænasta úr Gjáar kirkju
87872
Sunnudag 18. november
Merkisverda Glomma á (3:5)
87464
Leygardag 17. november
Hvat bagir? (3:8)
87232