Fólkatalið minkað í sjey kommunum

Fólkatalið minkað í sjey kommunum
Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, veksur tað ikki í øllum kommunum, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Í Fámjin minkaði fólkatalið seinasta árið við fimm fólkum.
 
22.08.2018 - 08:54

Í sjey kommunum minkaði fólkatalið árið 1. juli 2017 til 1. juli 2018. Tríggjar av hesum sjey kommunum eru í Suðuroynni.

Í Hvalba og á Tvøroyri vóru 17 færri fólk í hvørjari kommunu í ár, og fimm færri fólk vóru í Fámjin.

Tvær kommunur eru í Sandoynni, Skálavík, har vóru fýra færri fólk í ár, og í Húsavíkar kommunu vóru tey tíggju færri.

Fólkatalið minkaði tí 54 fólk í Suðuroynni og Sandoynni frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár. 

Hinar kommunurnar, har sum fólkatalið minkaði, eru Kvívíkar kommuna, men har var bara eitt fólk færri, og Fugloyar kommuna, har vóru trý fólk færri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628