Minni ull í ár enn fyrra árið

Minni ull í ár enn fyrra árið
Búnaðarstovan fekk minni ull í ár enn í 2016. Eingin ullarmóttøka var í fjør.
 
22.08.2018 - 14:24

Í ár komu 25 tons, í 2016 vóru tonsini tíggju fleiri.

Nakað kemur afturat í ár, sigur Dorthea Joensen, sum samskipar ullarmóttøkuna.

Minni ull er í ár, tí prísurin er minni, enn hann var í 2016.

Kiloprísurin í ár er 10 krónur við meirvirðigjaldi fyri fyrsta floks ull, og 1,50 krónur fyri annan flokk.

Tveir triðingar eru fyrsti flokkur í ár.

Í 2016 var prísurin fyri ull, sum varð flokkað sum fyrsti flokkur, 15 krónur fyri kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri ull, sum fór í annan flokk, fingust tvær krónur fyri kilo. 

Í ár bar ikki til at lata meira fyri ullina, tí jattanin í fíggjarlógini er ov lítil. Ein onnur orsøk til, at minni ull er latin inn í ár, er, at øll fjøll vórðu ikki gingin í ár.

Juli var ov vátur og myrkur. Tá liðugt er at skilja ullina, verður hon lýst til sølu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887