Krúnprinsaparið á vitjan

Krúnprinsaparið á vitjan
Í dag byrjar almenna vitjanin hjá krúnprinsahúskinum í Føroyum.
Nógv fólk er møtt á Bursatanga í morgun at heilsa upp á krúnprinsaparið.
 
23.08.2018 - 08:59

Klokkan 8.30 kemur Dannebrog á Havnina saman við Hvidbjørnen og Brimli, og tá fer Hvidbjørnen at skjóta 21 skot í Nólsoyarfirði.

Klokkan 9.05 leggur Dannebrog at á Bursatanga og kl. 9.20 fer krúnprinsahúskið í land, har almenna móttøkan verður.

Eftir móttøkuna verður spákað út í Tinganes, á vegnum verður kunnað um róðrarfelagið Knørr, og klokkan 9.55 er løgmaður vetur fyri móttøku.

Síðani verður ferðast runt í høvuðstaðnum, kl. 10.25 til býartrappuna í Vágsbotni, kl. 11.05 til skúlan á Argjahamri, kl. 12.15 verður vitjað í Finsen, og kl. 13 verður býráðið vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.

Klokkan 14.30 verður vitjað á Glasir, og kl. 15.20 verður vitjað í Sjóvinnuhúdsinum á Vestaru bryggju, og kl. 16.05 verður vitjað í løgtinginum.

Mary, krúnprinsessa fer ein part av tíðini fyri seg, og kl. 14.30 vitjar hon Býlingshúsið Undir Fjalli og kl. 15.25 vitjar hon í Kvinnuhúsinum. Eftir vitjanina har, fer krúnprisessan í løgtingið.

Kl. 16.55 fara tey úr løgtinginum og umborð á Dannebrog.

Klokkan 19.05 verður so veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður er vertur fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887