Skipara- og navigatørfelagið kærir fiskiloyvi

Skipara- og navigatørfelagið kærir fiskiloyvi
Skipara- og navigatørfelagið hevur sent Vørn og Fiskimálaráðnum kæru um fiskiloyvi, sum eru latin, uttan at treytirnar í lógini eru loknar. 
Anfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
 
23.08.2018 - 15:23

Kært verður, tí Vørn hevur skrivað út loyvi til trolarar á landleiðini. Tað eru trolbátarnir, sum eru í bólki 4T. 

Eingin sáttmáli er galdandi fyri hendan bólkin, sigur Skipara- og navigatørfelagið.

Felagið vísir á, at í lógini stendur, at áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. 

Tað er tí lógarbrot at geva bátum í bólki 4T loyvi at fiska, sigur Skipara- og navigatørfelagið.

Felagið sigur, at loyvini í bólki 4T eiga at verða tikin aftur, tí tey eru latin av órøttum.

Vørn viðgerð kæruna, men hevur onga viðmerking í løtuni, sigur Johan Simonsen frá Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652