USA leggur enn meira toll á kinesiskar vørur

USA leggur enn meira toll á kinesiskar vørur
USA hevur aftur lagt toll á vørur úr Kina, og Kina hevur svarað aftur.
 
23.08.2018 - 11:38

USA hevur aftur lagt toll á vørur úr Kina, sum Donald Trump, boðaði frá. Talan er um toll fyri 50 milliardir dollarar. 

Tað hevur leingi verið ósemja um handilsviðurskiftini ímillum londini, og seinastu tíðina hava bæði londini lagt toll á vørur hjá hvørjum øðrum.

Kina svaraði eisini alt fyri eitt aftur í morgun, og boðaði frá tolli á amerikanskar vørur fyri 16 milliardir dollarar. Samstundis hevur Kina boðað frá, at landið fer at kæra USA til heimshandilsfelagskapin, WTO.

Bæði USA og Kina er samd um, at fleiri samráðingar skulu til fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, og seinast í august fer ein kinesisk sendinevnd til USA at samráðast um handilsviðurskiftini ímillum londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819