Útfluttu fyri 500 milliónir minni

Útfluttu fyri 500 milliónir minni
Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 3,9 milliardir krónur frá 1. januar til 1. juli í ár. Í fjør varð útflutt fyri 4,4 milliardir í fyrra hálvári.
Føroyar útfluttu 60 %  minni av makreli, bæði í nøgd og í virði.
 
23.08.2018 - 08:52

Føroyski útflutningurin var hálva milliard krónur minni í fyrra hálvári í ár, enn hann var í fjør.

Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 3,9 milliardir krónur frá 1. januar til 1. juli í ár. Í fjør varð útflutt fyri 4,4 milliardir í fyrra hálvári.

Serliga makrelurin og laksurin fylla minni í ár. Føroyar útfluttu 60 %  minni av makreli, bæði í nøgd og í virði.

Virðið á laksinum minkaði 17 %, og nøgdin minkaði 13 %. Sildin er tann sama í nøgd, men virðið er minkað nógv, 40 %. 

Men svartkjaftúrin vaks ein triðing í nøgd og ein fjórðing í virði.

Botnfiskasløgini, toskur, hýsa og upsi, vuksu eisini í útflutningum, bæði í nøgd og í virði, nøgdin vaks 11 % og virðið 18 %.

Innflutningurin var tann sami fyrra hálvárið í ár, sum hann var í fjør - 3,6 milliardir krónur.

So útflutnigurin er framvegis størri enn innflutningurin. Avlop er framvegis í handilsjavnanum, 300 milliónir krónur fyrra hálvár.

Hagstovan sigur, at hóast stór minking var í útflutninginum, er framvegis talan um stóran útflutning. 

Vit eru ájavnt við útflutningin fyrra hálvár 2016. Fyri ta tíð hevði útflutngingsvirðið fyri eitt hálvár ongantíð verið størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819