Loyniligt val koppaði avstralska forsetan

Loyniligt val koppaði avstralska forsetan
Australski forsetisráðharrin Malcolm Turnbull er í dag koppaður av sínum egnu, og Scott Morrison verður nýggjur forsetisráðharri.
Scott Morrison (til høgru) verður nýggi forsetin í Avstralia, eftir at hann koppaði Malcolm Tumbull (til vinstru) á loyniligum vali.
Mynd: BBC.com  
 
24.08.2018 - 08:20

Malcolm Turnbull hevur verið formaður í liberala flokkinum síðani 2015, men vánaligar veljarakanningar hava ført til uppreistur í baklandinum, nú val stendur fyri durum, og Scott Morrison vann eitt inannhýsis val móti fyrrverandi innlendisráðharranum Peter Dutton, skrivar BBC.

Turnbull sjálvur var ikki millum valevnini í loyniliga valinum, sum ein meirluti av parlamentslimunum í flokkinum kravdu, eftir at nógv rumbul í seinastuni hevur gjørt stjórnina óarbeiðsføra. 

Seinastu 10 árini eru tríggir forsetisráðharrar í Avstralia koppaðir í innanhýsis stríði, og eingin forsetisráðharri hevur klárað at sitið tey 3-4 árini, sum eitt vanligt valskeið er, seinastu nógvu árini, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858