Stevnumið fyri Brexit uttan ES-avtalu lagt fram

Stevnumið fyri Brexit uttan ES-avtalu lagt fram
Fær Bretland onga avtalu við ES í samband við Brexit, fær tað stórar avleiðingar fyri bretskir borgarar, vinnur og bretska ídnaðin sum heild.
Dominic Raab er ráðharri í Brexitmálum.
 
24.08.2018 - 08:50

Í Bretlandi hevur ráðharrin í Brexitmálum, Dominic Raab, lagt fram stevnumið fyri borgarar og vinnuligar fyritøkur, í fall at Bretland ikki fær eina avtalu við ES í samband við, at landið fer úr Evropa samveldinum í mars næsta ár.

Eitt nú kunnu bretar vænta eykagjøld í sambandi við, at tey brúka gjaldskort í ES-londum, og fyritøkur kunnu vænta, at nógv eyka arbeiði stendst av landamørkum, tá felagsskapurin er burtur. 

Ein stórur partur av frágreiðingini eru tekniskar vegleiðingar til vinnuna um, hvat verður galdandi, um eingin avtala verður við ES.

Eitt nú 24 síður um, hvussu tað rakar ídnaðir innan heiligvág, fíggjarheimin og landbúnaðin. Tær mugu fyrireika seg til hægri toll og íløgur í nýggja software og logistisk forrit. 

Harafturat fara bretar, sum búgva í øðrum ES-londum at missa atgongd til bretskar bankar og tænastur í samband við pensiónsskipanir. 

Landbúnaðurin kann fáa trupulleikar við at útflyta til ES lond, og heilivágsfyritøkur hava fingið boð um at goyma heiligvág til seks vikur í fall, at trupulleikar vera við innflytan. 

Bretland kann eisini missa atgongdina til felags yvirlitið hjá ES yvir kriminellar persónar.

- Tað er mest sannlíkt, at vit fáa eina avtalu. Men vit mugu vita, hvussu borgarar, fyritøkur og tað almenna skulu bera seg at, um tað hendir, at vit ikki fáa eina avtalu, sigur Raab, sambært bretskum miðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819