Ferðin til Føroya fyrireikar børnini til leiklutin

Ferðin til Føroya fyrireikar børnini til leiklutin
Hetta er ein liður í at fyrireika børnini til teirra leiklut sum umboð fyri danska kongshúsið, siga Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa.
 
25.08.2018 - 10:07

Í samrøðu við DR, sigur Mary krúnprinsessa, at tað hevur týdning, at børnini skilja hvussu stórur og umfatandi ríkisfelagsskapurin er.

- Tey eru sera forvitin og møta fólki við opinleika. Tað er stuttligt hjá okkum sum foreldur at síggja. Tey fáa stórar upplivingar heim við og koma tættari at Føroyum, sigur hon. 

Serliga fyri 12 ára gamla prins Christian, sum er næstur í arvafylgjuni eftir pápa sín, er ferðin ein liður í fyrireikingunum til komandi tíðir.

- Lat okkum kalla tað lívsins skúla. Tað er avgjørt eisini ein góður háttur at læra. Her er nógv at læra um eitt øðrvísi veðurlag, eina aðra mentan, sigur Fríðrikur krúnprinsur. 

Mary krúnprinsessa sigur, at Christian prinsur var sera fegin um at hitta ungu íverksetararnar í Havn hósdagin. 

- Hann tosaði nógv um, hvat tey gera. Hetta er við til at lata hansara verð upp, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851