Færri gistingar higartil í ár

Færri gistingar higartil í ár
Færri fólk hava gist í Føroyum fyrra hálvár í ár enn somu tíð í fjør.
 
27.08.2018 - 15:27

Tilsamans vóru 76.300 gistingar fyrra hálvár í ár. Tað eru 1.500 gistingar færri enn í fjør. Afturgongdin er 2 %.

31 % av ferðafólkunum, sum gistu í Føroyum fyrra hálvár, vóru úr Danmark. 

24 % vóru føroyingar, 20 % vóru úr øðrum norðurlondum, og 12 % vóru úr evropeiskum londum.

2.000 færri føroyingar og umleið 1.800 færri danir hava gist í Føroyum fyrra hálvár.

Størsti vøksturin, bæði í tali og prosentum, var íslendingar og sviar. 1.900 íslendingar hava gist í Føroyum fyrra hálvár - vøksturin er 40 %, og 1.400 sviar - vøksturin er 31 %.

Hagtølini fevna ikki um gistingarháttin Airbnb, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652