Magn fingið loyvi at yvirtaka Demich

Magn fingið loyvi at yvirtaka Demich
Kappingarráðið hevur góðkent, at P/f Magn yvirtekur P/f Demich, men tó við treytum
 
27.08.2018 - 07:20

3. apríl í ár fekk Kappingareftirlitið fráboðan um, at Magn hevði ætlanir um at yvirtaka Demich. 

Yvirtøkan er liður í ætlanini hjá Magn um at gerast heildarveitari í grønari orku. 

Magn hevur eisini ætlanir um at gera streym og selja hann til endabrúkaran.

Kappingarráðið góðkendi yvirtøkuna í síðstu viku.

Men treytin er, at Magn góðtekur, at Kappingareftirlitið skal góðkenna átøk, har felagið bindir ella buntar vørur hjá Magn við vørur hjá Demich og í teimum førum, har sáttmálar binda viðskiftafólk longri enn eitt ár. 

Kappingarráðið vildi ikki góðtaka umsóknina í fyrsta umfari. Men tá Magn játtaði at geva seg undir treytina, sum so kom í góðkenningina, var leyst og liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819