Rokið í steypafinaluni kannast

Rokið í steypafinaluni kannast
Við grundarlagi í frágreiðing frá dómaranum um steypafinaluna leygarkvøldið, skal ófriðurin undir dystinum millum B36 og HB kannast.
 
27.08.2018 - 13:12

Tað verður í fyrsta lagi um eina viku, at greitt verður, hvat Fóltbóltssambandið ger við rokið, sum var á vøllinum, tá B36 og HB spældu steypafinaluna hjá monnum leygarkvøldið.

Umframt, at tveir B36 leikarar fingu reytt kort, var hálvgum bardagi á vøllinum tvær ferðir seint í dystinum. Í teimum vórðu eisini menn, sum ikki spældu.  

Í kvøld kemur væntandi frágreiðingin um dystin frá dómaranum leygarkvøldið. Við henni sum grundarlagi verður dysturin kannaður.

Millum annað veldst um, hvussu nógv dómaratoymið hevur sæð av tí, sum hendi. 

Róin Schrøtir, varaforseti í Fótbóltssambandinum, og formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, væntar ikki, at Kappingarnevndin kemur upp í málið alt fyri eitt. 

Reytt kort gevur leikbann í hvussu so er í einum dysti. B36 skal spæla landskappingardyst móti NSÍ í Runavík leygardagin.

Sí samandrátt av dystinum her: Ein ótrúligur dystur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819