Írland vil hava greitt svar frá Bretlandi

28.08.2018 - 14:49
AktueltÚtheimurin
Írland vil hava greitt svar frá Bretlandi
Írski uttanríkisráðharrin, Simon Coveney, vil hava greiðu á støðu Bretlands í sambandi við ætlaðu afturtøkuna úr Evropeiska Samveldinum.
 
 

Írski ráðharrin luttekur á ráðstevnu, sum týska uttanríkisráðið heldur í Berlin í dag, og Reuters endurgevur hann fyri at siga, at hann vónar, at støða Bretlands til Brexit fer at gerast greiðari.

Evstamark er longu um sjey mánaðir, tí 29. mars skal Bretland úr ES. Enn er eingin avtala gjørd við hini ES-londini um treytirnar fyri skilnaðinum.

Ætlanirnar hjá Theresu May, forsætisráðharra, um eina "vinnulívs-vinarliga"-avtalu hevur ikki flutt samráðingarpartin í Brússel og hevur heldur ikki fingið nógvan undanvind heima í Bretlandi, skrivar Reuters.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. september
25 minuttir: Todi Jónsson
85504
Mánadag 17. september
3-2
85464
Sunnudag 16. september
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
85398
Leygardag 15. september
Andaktin
85382
Mikudag 12. september
»Bumbuflogfarið á Nakki«
16409