Størsti partaeigarin í Faroe Petroleum er ónøgdur

Størsti partaeigarin í Faroe Petroleum er ónøgdur
DNO, sum er størsti partaeigari í Faroe Petroleum, hevur biðið um eykaaðalfund við nevndarvali á skránni, men Faroe Petroleum noktar.
 
28.08.2018 - 09:07

DNO er sera misnøgt við felagið, og hvussu tað verður rikið. Norska felagið umhugsar støðu sína í Faroe Petroleum.

DNO eigur 28,23 prosent av partabrøvunum í Faroe Petroleum.

Fyrr í ár varð gitt, at DNO ætlaði at yvirtaka Faroe Petroleum, men tað avsannaði DNO kortini.

Faroe Petroleum hevur sagt, at tað hevði skapt trupulleikar at fáa fleiri fólk úr DNO í nevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585