Løgreglumaður dømdur fyri dráp í Texas

Løgreglumaður dømdur fyri dráp í Texas
Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í apríl í fjør.
Roy Oliver var fyri stuttum dømdur sekur í drápi, eftir at hann skeyt og drap ein óvapnaðan, svartan tannáring.
Mynd: AP News  
 
29.08.2018 - 10:08

Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í einum bili nærindis Dallas í apríl í fjør, skrivar AP.

Dómurin hevur vakt ans, tí tað er rættiliga sjáldan, at løgreglufólk verða dømd fyri dráp.

Nevningarnir í rættinum í Dallas vístu uppáhaldinum hjá løgreglumanninum, Roy Oliver, aftur. 

Hann segði, at hann skeyt 15 ára gamla Jordan Edwards, tí hann og ein starvsfelagi vóru í vanda.

Men starvsfelagin hjá Roy Oliver, Tyler Cross, segði í rættinum, at hann kendi seg ongantíð hóttan. 

Roy Oliver starvast ikki longur sum løgreglumaður.

Enn er ikki greitt, at nær rætturin fer áseta revsingina  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672