Eina millión til nýtt graslíki í Djúpumýru

Eina millión til nýtt graslíki í Djúpumýru
Klaksvíkar býráð fer í kvøld at taka støðu til eina tilráðing um at játta eina millión krónur til at leggja nýtt graslíki á vøllin í Djúpumýru.
 
30.08.2018 - 09:46

Peningurin verður tikin av íløgujáttanini til ítróttarøkið. 

Ætlanin var at skifta graslíkið í summar, men tað var av ongum.

Nú er avrátt, í samráð við leiðsluna í KÍ, at skifta graslíkið beinan vegin, tá landskappingin er av. Sostatt skal alt fyrireikingararbeiðið gerast fyri 27. oktober, verður sagt í tilráðingini til býráðsfundin.

Ætlanin er eisini at seta nýggjar ljósmastrar upp við vøllin, men tað verður ikki gjørt nú.

Hinvegin hevur skund at leggja upp fyri ljóskrøvunum, sum Fótbóltssambandið hevur sett, og tí má betongfundament gerast, samstundis sum vøllurin verður skiftur, stendur í tilráðingini.

Hetta arbeiðið verður mett at kosta eina millión krónur. 

Klaksvíkar býráð samtykti fyri summarfrítíðina at taka av lægsta tilboði um nýtt graslíki, og løtuni verður arbeitt við at fáa fyritøkuna Polytan at skifta vøllin í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887