Mugu tora at tosa um alkohol- og rúsevnismisnýtslu

30.08.2018 - 11:48
Aktuelt
Mugu tora at tosa um alkohol- og rúsevnismisnýtslu
Frid Anny Hansen, granskari, heldur, at vit skulu tora at tosa um alkohol- og rúsevnismisnýtslu, eins og vit tosa um royking og kost.
Frid Anny Hansen, granskari, kemur til Føroya í næstum at at halda fyrilestur um børn í familjum við rústrupulleikum.
Mynd: © Blå kors Norge  
 

Vit skulu tora at tosa um alkohol og rúsevnismistýtslu, eins og vit tosa um royking og kost.

Tað sigur Frid Anny Hansen, granskari, sum kemur til Føroya at halda fyrilestur um børn í familjum við rústrupulleikum í sambandi við evnisdagin hjá Blákrossi í Norðurlandahúsinum 4. september.

Skommin forðar

Stigmatisering er størsti trupulleikin, tá vit skulu hjálpa familjum við rúsmisnýtlsu. Í ein einum lítlum samfelagi, sum tí føroyska, er trupulleikin størri, tí skommin forðar vaksnum og børnum í at siga frá, sigur Frid Anny Hansen, sum er sálarfrøðingur og ein av fremstu granskarunum í familjum við rúsmisnýtslu.

- Familjur, sum hava trupullekar við rúsmisnýtslu eru merkt av ávísum mynstrum, og eg havi í nógv ár arbeitt við børnum uttan at vita, hvat tað var, sum var trupulleikin, sigur Frid Anny Hansen, við Blákrossblaðið.

Tá hon byrjaði at arbeiða við vaksnum, sum stríðast við rúsmisnýtslu, fekk hon innlit í, hvussu tað ávirkar børnini í familjuni, sigur hon.

- Her hitti eg pápar og mammur við misnýtslutrupulleikum, og tá spurdi eg tey: Hvar eru børn tykkara? Eg skilti beinanvegin, at eg var sek í at hava feilviðgjørt børn í mínum fyrra starvi, sigur hon. Hon hevði arbeitt við børnum, sum høvdu foreldur við misnýtlsutrupulleikum, men hon hevði ikki uppdagað tað.

Rúsmisnýtsla er tabu

Frid A. Hansen er undangongukvinna innan gransking á økinum og Blákrossblaðið hevur gjørt samrøðu við granskaran, sum kemur til Føroya at halda fyrilestur í sambandi við evnisdag hjá blákross í Norðurlandahúsinum 4. september, sum hevur fingið yvirskriftina: Tosa við meg, ikki um meg.

Stóra avbjóðingin er skommin, tí tað ger, at rúsmisnýtlsa framvegis er tabu.
 
- Sum í øðrum smærri samfeløgum fært tú hendan styrkta nertingaróttan. Ein er bangin fyri at nerta, bangin fyri at tosa um, og tað er so trupult at seta orð á. Man vil heldur fjala, tí skommin er so stór, sigur Frid A. Hansen.

Men tað er avgerandi at tosa um misnýtsluna, um man skal hjálpa børnunum, sigur Frid A. Hansen, sum vil hava, at læknar og heilsurøktarar tosa um alkohol eins náttúrligt, og vit tosa um royking og kost. 

- Skomm er drívmegin í stigmatseringini, og skomm smittar. Børn eru góð við foreldrini, so vit onnur mugu tora at ganga fremst og tosa um trupulleikan. Vit mugu tosa um, at tú ikki er eitt ringt menniskja, hóast tú hevur trupulleikar við rúsmisnýtslu, tí menniskju hava alskyns trupulleikar, sigur Frid Anny Hansen við Blákrossblaðið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Nón - 23.05.19
94813
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar 23. mai 2019
94803
Hósdag 23. mai
Jazzofonin: Alex Riel, 2. partur
94775
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2019
94655
Mikudag 22. mai
Nón - 22.05.19
94793
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. mai
Andglettur - Framsókn
94822
Mikudag 22. mai
Minnist tú enn? (11:13)
23373
Mánadag 20. mai
3-2
94700
Sunnudag 19. mai
Andakt við Pól í Skorini
94638