Trý skip hjá Strandferðsluni á beding í september

Trý skip hjá Strandferðsluni á beding í september
Í september mánaði skulu Sildberin, Ritan og Sam á beding til viðlíkahald og umvælingar.
Sam fer á beding 19. september, og tá fer Jósup at røkja Kalsoyarleiðina.
 
30.08.2018 - 16:08

Sildberin fer á beding frá 2. til 14. september til viðlíkahald og umvælingar. Meðan Sildberin er á beding, røkir Súlan farleiðina til Skúvoyar. 

Ritan fer á beding frá 10. til 19. september, og tá røkir Jósup siglingina til Svínoyar og Fugloyar.

Sam fer á beding 19. september. Sam skal hava 40 ára klassing. Jósup fer tá at røkja Kalsoyarleiðina. Men farmatúrar verða gjørdir við Ternuni.

Meira sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819