May: Eingin Brexit-fólkaatkvøða aftrat

02.09.2018 - 11:10
AktueltÚtheimurin
May: Eingin Brexit-fólkaatkvøða aftrat
 
 

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, vísir aftur at hava eina fólkaatkvøðu aftrat um Brexit.

Tað ger hon greitt í einari grein í bretska dagblaðnum The Telegraph í dag.

Á sumri í 2016 vóru fleiri milliónir bretar á vali, og at spyrja veljaran eina ferð aftrat, hevði verið grovt svik móti fólkaræðinum, skrivar bretski forsætisráðharrin.

Boðini frá Theresu May koma fáar dagar fyri, at bretska parlamentið kemur aftur úr summarfrí, og umleið ein mánað fyri landsfundin hjá konservativa stjórnarflokkinum, sum byrjar 30. september.

Royna at fáa nýggja fólkaatkvøðu

Rørslan People´s Vote hevur arbeitt í loyndum at fáa parlamentslimir at leggja eitt uppskot fyri landsfundin hjá andstøðuflokkinum, Labour, sum verður um tríggjar vikur í Liverpool.

Hetta uppskotið skal binda Labour til at taka undir við einari fólkaatkvøðu um eina endaliga avtalu við ES, tá Brexit er veruleiki.

Skjalið, sum er komið undan kavi, vísir, at tey, sum velja Labour, vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu um framtíð Bretlands innan fyri ella uttan fyri ES.

Men alment siga bæði konservativi stjórnarflokkurin og Labour, at teir virða úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2016.

52 prosent atkvøddu fyri, at Bretland skal taka seg burtur úr ES. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. september
25 minuttir: Todi Jónsson
85504
Mánadag 17. september
3-2
85464
Sunnudag 16. september
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
85398
Leygardag 15. september
Andaktin
85382
Mikudag 12. september
»Bumbuflogfarið á Nakki«
16409