Nú vilja eigararnir sleppa av við bygningin

Nú vilja eigararnir sleppa av við bygningin
Á Tvøroyri stúrir meirilutin í býráðnum fyri, at bygningurin við Sílá, ið er ætlaður sum eitt sambýli, verður seldur øðrum.
www.skyn.fo
Mynd: www.skyn.fo  
 
05.09.2018 - 20:05

Í mai var hesin bygningurin á myndini - við Sílá á Tvøroyri - settur til sølu.

Skyn selur bygningin.

Bygningurin er mettur at vera verdur okkurt um 12 milliónir krónur.

Ávísir fyrispurningar hava verið um bygningin, sum millum annað kann brúkast sum gistingarhús.

Og tað fekk javnaðarumboð í býráðnum á Tvøroyri at ressast.

Bjarni Hammer, Súsanna Bertholdsen og Bogi Johannesen heittu á borgarstjóran um at kalla inn til eykabýráðsfund sum skjótast.

- Vit mugu finna eina loysn, soleiðis, at sambýlið ikki gleppur okkum av hendi, skriva tey í áheitanini til borgarstjóran Kristin Michelsen.

Seldu bygningin í 2011

Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi brøðrunum Remi og Kim Kambskarð tað, sum var eftir av bygninginum, fyri 400 túsund krónur.

Teir fóru so undir at byggja eldrasambýlið uppaftur.

Vit vildu fegin spyrja teir, hví teir valdu at byggja sambýlið uppaftur, men teir vilja ikki gera samrøðu við Kringvarpið. 

Skuldu keypa bygningin aftur

1. januar 2015 var eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fekk tá ábyrgdina av øllum eldraøkinum í oynni.

Bú- og Heimatænastan setti sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýlið í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur.

Eisini sambýlið við Sílá. 

Eldratilboðini á Tvøroyri eru ikki nóg góð, og tað hevur skund at fáa hóskandi høli.

Bú- og Heimatænastan vildi keypa bygningin fyri okkurt um 11 milliónir krónur. Bú- og Heimatænastan avtalaði eisini við eigararnar at keypa bygningin.

Teir báðir, Remi og Kim Kambskarð, hava innrættað bygningin eftir tørvi og ynskjum hjá eldrasamtarvinum. Men í tvey ár hava teir bíðað eftir, at avtalan fekk gildi.

Vilja hava virksemi

Nú er tolið uppi. Bygningurin stendur tómur. Og nú vilja teir sleppa av við bygningin.

Teir hava sett hann til sølu fyri at kanna, um onnur - kanska onkur í ferðavinnuni - eru áhugað í bygninginum.

Orsøkin til, at avtalan ikki er vorðin veruleiki, er, at Búð- og Heimatænastan er illa fyri fíggjarliga og hevur ikki fíggjarorku at fáa avtaluna í lag.

Tí reageraði Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.

Tey halda, at um Bú- og Heimatænastan ikki fær keypt bygningin, so má Tvøroyrar kommuna keypa ella leiga bygningin, áðrenn hann verður seldur øðrum.

Sum skilst ætlar meirilutin, at kommunan á Tvøroyri leggur út, og Búð- og Heimatænastan letur Tvøroyar kommunu eitt gjald seinni, tá fíggjarviðurskiftini í eldrasamstarvinum eru komin upp á pláss.

Eitt ivamál er kortini. Tað er, um kommunustýrið á Tvøroyri kann keypa ella leiga bygningin, tí tað er Bú- og Heimatænastan sum hevur ábyrgdina av eldraøkinum.

Vilja einki siga

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastanuna var á fundi um málið í gjár. 

Eingin vil siga, hvat spurdist burturúr.

Borgarstjórin Kristin Michelsen hevur onga viðmerking, men vísir til formannin Mikkjal Sørensen.

Kringvarpið hevur í allan dag roynt at fingið fatur í Mikkjali Sørensen, men hann er ikki at hitta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585