Línuskip mótmæla kvotubýtið á Flemish Kap

Línuskip mótmæla kvotubýtið á Flemish Kap
Felagið Línuskip ger eina roynd afturat at sannføra Høgna Hoydal um, at línuskipini skulu hava ta eyka kvotu, sum Føroyar í ár fáa á Flemish Kap.
Føroyar hava fingið kvotu á 450 tons av toski á Flemish Kap í býti fyri kvotu av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Høgni Hoydal vil hava, at reiðaríini við Kyrrahavsloyvinum fáa nýggju toskukvotuna.
 
06.09.2018 - 13:15

Í skrivi til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskimálum og vinnunevndina hjá løgtinginum grundgevur felagið fyri, hví línuskipini og ikki "kyrrahavsloyvini" skulu sleppa at fiska tey 450 tonsini av toskakvotu, sum Føroyar fáa í býtisavtalu við kvotu av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum.

Felagið vísir á trý viðurskifti í fiskivinnuni, sum Felagið Línuskip onga ávirkan hevur á, men sum hava sent línuskipini á eina "fíggjarliga oyðimarkargongd" seinastu 10 til 12 árini.

Toska- og hýsustovnarnir á landgrunninum eru í undantaksstøðu, og hava verið tað í nógv ár. 

Vantandi atgongd til nýtt tilfeingi er ein forðing hjá línuskipunum. Og skiftandi landsstýri hava heldur ikki megnað at býtt um nýggj virði av uppsjóvarfiski við nýggj rættindi av botnfiski til línuflotan at fiska.

Fiskivinnuráðið mælir í sínum hoyringarsvari til, at landsstýrismaðurin letur línuskipunum nýggju toskakvotuna.

Men Høgni Hoydal heldur fast við sína ætlan um, at reiðaríini við "kyrrahavsloyvunum" skulu hava toskakvotu á Flemish Kap.

Landsstýrismaðurin letur tí 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum.

Hóast hoyringarfreistin er farin, so heitir Felagið Línuskip nú staðiliga á landsstýrismannin um at endurskoða ætlanina.

Kunngerðin um fiskiskapin á Flemish Kap er framvegis ikki lýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691