Mæla til at fella uppskot um fiskivinnunýskipan

Mæla til at fella uppskot um fiskivinnunýskipan
Grønlendska arbeiðsgevarafelagið mælir landstinginum frá at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnulóg, fyrr enn málið er væl og virðliga viðgjørt.
Erik Jensen er fiskimálaráðharri í Grønlandi, og sambært honum, verður grundarlagið undir nýggja uppskotinum taða sama, sum tað var í undanfarna.
 
06.09.2018 - 15:29

Grønlendska arbeiðsgevarafelagið mælir grønlendska landstinginum til at fella uppskotið um nýggja fiskivinnulóg, verður tað lagt framaftur í sama líki sum í heyst.

Tá datt málið burtur, tí val varð útskrivað.

Fyrr í vikuni boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, frá, at hann fer at hava fund við umboð fyri fiskivinnuna um nýggju fiskivinnulógina.

Men landsstýrismaðurin gjørdi samstundis greitt, at grundarlagið undir lógaruppskotinum verður tað sama sum í uppskotinum, sum datt burtur.

Og tað hevur fingið ilt í grønlendska arbeiðsgevarafelagið.

- At fiskimálaráðið ferð eftir ferð tosar um at lurta eftir sjónarmiðunum hjá vinnuni, men kortini ætlar at leggja uppskotið framaftur óbroytt, er ein andsøgn, sigur Brian Buus Pedersen, stjóri í arbeiðsgevarafelagnum.

Arbeiðsgevararnir mæla landstinginum frá at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnulóg, fyrr enn málið er væl og virðliga viðgjørt frammanundan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964