Umsitingin vil hava Trump frá

Umsitingin vil hava Trump frá
Starvsfólk í Hvítu Húsunum í Washington royna nú at reka Donald Trump úr forsetasessinum.
 
06.09.2018 - 09:01

Eitt ónevnt starvsfólk skrivar í eini tíðargrein í New York Times, at umsitingin hjá Donald Trump stúrir so nógv fyri óútrokniliga atburðinum hjá forsetanum, at roynt verður at máa støðið undan forsetanum.

Víst verður á eina serliga grein í grundlógini, sum kann setast í verk til tess at koyra ein forseta frá, sum ikki røkir uppgávu sína.

Henda greinin kom í grundlógina í 1967, og hon skuldi tryggja, hvat skal henda í eini kreppustøðu, sum tók seg upp, tá John F. Kennedy, forseti, varð myrdur í 1963.

Eitt nú varð henda greinin nýtt, tá Gerald Ford, varaforseti, tók við sum forseti eftir Richard Nixon, ið legði frá sær í kjalarvørrinum av Watergate-gøluni.

New York Times skrivar, at tað er óvanligt, at blaðið prentar eina tíðargrein, sum ein ónevndur persónur skrivar. 

Men í hesum førinum verður tað gjørt til tess at verja samleikan hjá viðkomandi, og tí vandi er fyri, at viðkomandi missir starvið.

- Trump skilir ikki, at nógv embætisfólk í umsitingini arbeiða fyri, at hann skal leggja frá sær. Eg eri sjálvur millum teirra, verður sagt í tíðargreinini.

Ónevndi høvundurin skrivar eisini, at embætisfólkini umhugsa at gera serligu greinina í grundlógini virknað.

Greinin sigur, at ráðharrar kunnu koyra forsetan frá, verður forsetin ikki hildin at røkja sínar skyldur í embætinum. Í einum slíkum føri tekur varaforsetin við forsetaembætinum. 

Donald Trump, forseti, var skjótur at gera viðmerkingar til greinina í New York Times.

Hann spyr, um ónevndi høvundurin veruliga starvast í Hvítu Húsunum, ella um New York Times aftur, sum forsetin tekur til, hevur brúkt eina falska keldu?

- Er persónurin til, eigur New York Times at útflýggja viðkomandi til stjórnina alt fyri eitt - av trygdarávum, skrivar Donald Trump.

Talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders, sigur, at tann, sum hevur skrivað tíðargreinina í New York, er ein ræðuskítur, og hon krevur, at viðkomandi leggur frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851