Grovasta mál at sínum slag í Føroyum

Grovasta mál at sínum slag í Føroyum
Løgreglan hevur seinastu tíðina kannað eitt mál ímóti einum 33 ára gomlum manni í sambandi við barnaporno 
 
07.09.2018 - 20:45

Maðurin er skuldsettur fyri at hava meira enn 135-túsund pornografiskar myndir av persónum yngri enn 18 ár, umframt meira enn 2.400 filmsbrot.

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava sent barnapornografiskar myndir og filmar víðari til onnur. Í fleiri førum er talan um filmar av allar grovasta slag.

Maðurin hevur ikki framleitt tilfar sjálvur, sigur Linda Hesselberg, varafúti.

Avdúkaður í Danmark

Tað er National Cyber Crime Center í Danmark, sum boaði løgregluni í Føroyum frá um málið. Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum, og legði m.a. hald á telduna hjá manninum.

Ákæruritið verður nú skrivað, og málið verður latið rættinum seinni í hesum mánaðinum, sigur Linda Hesselberg.

- Hetta er grovasta mál av hesum slagi nakrantíð í Føroyum, sigur Linda Hesselberg, varafúti, við Sosialin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584