Høgur sethúsaprísur

Høgur sethúsaprísur
Prísirnir á sethúsum í Havn er nú hægri, enn hann var í 2007, tá hann var hægstur, beint áðrenn altjóða kreppuna í 2008.
 
07.09.2018 - 06:53

Prísirnir á húsum í Havn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir í 2007, sigur Búskaparráðið.

Munurin millum húsaprísir í Havn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006, og hevur ein prísmunur upp á eina góða millión krónur hildið sær fram til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 milliónir krónur. Prísmunurin hevur hildið sær omanfyri 1,5 milliónir krónur síðani. 

Hagtølini geva tó ikki eina heilt neyva mynd av prísgongdini. Eitt nú eru íbúðir ikki við í hagtølunum, og harafturat eru einans hús við grundøkjum millum 250 og 1.000 fermetrar tald við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851