Hálendingar rudda alt plastið úr Kyrrahavinum

10.09.2018 - 15:10
AktueltÚtheimurin
Hálendingar rudda alt plastið úr Kyrrahavinum
Felagsskapurin The Ocean Cleanup ætlar næstu fimm árini at taka burtur 50 % av burturkastinum í Kyrrahavinum, og í 2040 skal 90 % verða tikið. 
Mynd: © Erwin Zwart © The Ocean Cleanup  
 

Felagsskapurin The Ocean Cleanup, fer nú at rudda plastikk-suppuna í sjónum, sum henda dálkingin av plastik eisini verður nevnd. 

The Ocean Cleanup ætlar næstu fimm árini at taka burtur 50 prosent av burturkastinum, og í 2040 skal 90 prosent verður tikið. 

Plastið er ein stór hóttan móti súgdjórum, fuglum og fiski - og eisini menniskjum. 

Tað verður gjørt við eini 600 metrar flótiskipan, sum kann savna umleið fimm tons av plasti um mánaðin.

Skipanin er skapt sum eitt U og er flótandi rørleiðingar. Undir teimum hongur eitt tríggjar metrar djúpt skjúrt, sum minnir um kølararistina á einum bili. Rørið ger, at skipanin flýtur, og at plastik ikki flýtur uppi yvir, meðan skjúrtið far fatur í plastikki, sum er heilt niður í fáar millimetrar til støddar og upp í fleiri metrar.

Hetta verður rikið við vindi, aldum og havstreymi, og eftir nøkrum mánaðum kemur eitt skip og tekur innsavnaða plastikkið við inn til lands.

Talan er um størstu roynd nakrantíð í heiminum at rudda plast úr heimshøvunum, og loysnin er dýr. Verkætlanin kostar 157 milliónir krónur.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422