Her er uppstillingin hjá Føroyum

Her er uppstillingin hjá Føroyum
Ein broyting er í føroysku uppstillingini
 
10.09.2018 - 12:22

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt eina broyting í uppstillingini til dystin ímóti Kosovo í kvøld.

Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar í høgru síðu.

Undan dystinum hevur Lars Olsen sagt, at Føroyar helst fara at royna seg við kontraálopum, tá Kosovo kemur langt fram á vøllin.

Helst er tað tí, at Kaj Leo í Bartalsstovu, sum er skjótur og dugir væl at bjóða mótstøðuspælarum av, byrjar inni í kvøld

Liðið

Gunnar Nielsen málverji
Gunnar Vatnhamar høgri bakkur
Viljormur Davidsen vinstri bakkur
Atli Gregersen  miðverji
Sonni Ragnar Nattestad miðverji
Kaj Leo í Bartalsstovu høgri vongur
Gilli R. Sørensen vinstri vongur
Rene Shaki Joensen defensivur miðvallari
Hallur Hansson sentralur miðvallari
Brandur H. Olsen sentralur miðvallari
Jóan Simun Edmundsson framherji

Beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin millum Kosovo og Føroyar byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718