Taks viðger enn málið

Taks viðger enn málið
Taks kannar nú, um søkjast skal um loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum.
 
10.09.2018 - 17:28

Hóast bara 300.000 krónur eru játtaðar til sakarmálskostnað hjá Taks í fíggjarlógini fyri í ár, eru tær tríggjar millónirnar, sum Taks er dømt at rinda Varðanum í Gøtu í sakarmálskostnaði, bókaðar á teirri kontuni.

Taks kannar nú, um søkjast skal um loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum.

Toll- og skattaráðið avger, um søkjast skal um loyvi at fara í Hægstarætt. 

Skatta- og avgjaldskærunevndin gav teimum, sum eiga Varðan, viðhald. 

Taks stevndi og appelleraði, men Eystari landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya rætti í sakarmálinum millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu.

Tað merkir, at Varðin vann sakarmálið, og at partaeigararnir ikki skulu rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld.

Á botnlinjuni merkir tað, at eigararnir ikki skulu rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja síni partabrøv í Varðanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584