Valeygleiðari: Valið í Svøríki var ódemokratiskt

Valeygleiðari: Valið í Svøríki var ódemokratiskt
Sviar kundu ikki í nóg stóran mun avgreiða atkvøðu sína í loyndum, og tað er ódemokratiskt, heldur valeygleiðari, Michael Aastrup Jensen.
Myndin vísir veljara, ið er í ferð við at finna fram seðil, sum skal brúkast til at atkvøðast við. Hvør flokkur hevur sín egna seðil, og tí ber til at fylgja við í, hvønn flokk einstaki veljarin ætlar at atkvøða fyri.
Mynd: DR.dk  
 
10.09.2018 - 09:46

Veljararnir í Svøríki kundu ikki í nóg stóran mun avgreiða sína atkvøðu í loyndum á ríkisdagsvalinum í gjár, og tí skal málið leggjast fyri Europaráðið.

Tað sigur Michael Aastrup Jensen, uttanríkistalsmaður hjá Vinstraflokkinum í Danmark, sum eygleiddi ríkisdagsvalið í Svøríki í gjár.

Hann fílist á, at hvør flokkur hevur sín egna valseðil við egnum frámerki á, og veljarar skulu so taka seðilin hjá tí flokkinum, teir vilja atkvøða fyri. Og seðlarnir standa alment frammi, so øll kunnu síggja, hvønn seðil einstaki veljarin tekur.

Michael Aastrup Jensen hevur seinastu dagarnar verið í Malmø, har hann hevur fylgt við, hvussu hevur gingist við ríkisdagsvalinum. Hann fílist eisini á, hvussu valstríðið hevur verið, og nevndi millum annað á Facebook-vanga sínum í gjár hendingina, tá almenna svenska kringvarpið tók frástøðu frá einari orðing hjá formanninum hjá Svøríkisdemokratunum undir sjálvum orðaskiftinum, sum varð sent á rás hjá kringvarpinum. 

Michael Aastrup Jensen er sum nevnt limur í danska fólkatinginum fyri Vinstraflokkin, og hann er eisni limur í nevndini hjá Europaráðnum, sum millum annað hevur til endamáls at fylgja við í, hvussu fólkaræðið hevur tað í teimum ymisku londunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819