Føroyingar skulu hava danskt CPR-nummar

Føroyingar skulu hava danskt CPR-nummar
Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum hevur spurt Rikisumboðið, um nakað forðar fyri, at føroyingar fáa donsk CPR-nummur, tá tey verða fødd.
 
11.09.2018 - 17:38

Er nøkur forðing fyri, at føroyingar frá føðing fáa eitt danskt CPR-nummar aftur at føroyska P-talinum? Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum hevur spurt Rikisumboðið um hetta. 

Hann sigur, at donsku sjúkrahússkipanirnar, sum vit í Føroyum eru knýtt at, brúka CPR-nummur.  Hetta hevur við sær trupulleikar, tá føroyskir sjúklingar fara á donsk sjúkrahús, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann hevur eisini spurt Ríkisumboðið um dupultan ríkisborgaraskap. Hann spyr, um tað er rætt, at fólk í einum ríki við felags statsborgaraskapi kann hava ymisk statsborgararættindi í teimum ymsu pørtunum í ríkinum.

Bárður á Steig Nielsen spyr eisini, um føroyskir myndugleikar hava rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum búgva í Føroyum.

Hann spyr, um føroyskir myndugleikar kunnu, um so skuldi verið, at Føroyar fara úr ríkisfelags­skapinum, taka danska statsborgaraskapin frá fólki, sum búgva í Føroyum, í móti teirra vilja.

Ríkisumboðskvinnan hevur longu ein fyrispurning frá einum øðrum tingmanni hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen spurdi 21. august, hvat hendi á Eiði og á Eiðiskolli í øðrum heimsbardaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652