Fiskiloyvi til menningarkvotur útskrivað

Fiskiloyvi til menningarkvotur útskrivað
Nu eru fyrstu fiskiloyvini at fiska menningarkvoturnar útskrivað.
Tummas T hevur fingið útskrivað fiskiloyvi at fiska menningarkvotu, sum Vestmanna Fiskavirki hevur fingið tillutað.
 
12.09.2018 - 11:27

Fram og Tummas T hava fingið fiskiloyvi frá Vørn at fiska menningarkvotuna, sum Vestmanna Fiskavirki hevur fingið tillutað.

Partafelagið Jókin í Hvalba eigur Fram, og partafelagið Gulenni í Syðrugøtu eigur Tummas T.

Fiskimannafelagið heitti í síðsta mánaði á Fiskimálaráðið um IKKI at útskriva fiskiloyvini, fyrr enn virkini, sum hava fingið menningarkvotu, hava fingið lønarsáttmála uppá pláss við føroysku manningarfeløgini. Tey viðurskiftini eru ikki fingin uppá pláss.

Men nú eru tey fystu fiskiloyvini so útskrivað, tað sæst á teyggjuni, sum er undir heimasíðuni hjá Vørn, sum er myndugleikin, sum hevur fiskiloyvini um hendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585