Kanna sjósíl

Kanna sjósíl
Fiskaaling er farið undir at kanna sjósílini, so grundleggjandi vitan fæst um tey. 
 
12.09.2018 - 16:39

Fyri at fáa meira at vita um sjósíl í føroyskum vøtnum og føroyskum sjógvi, er Fiskaaling farin undir at kanna sjósílini, so grundleggjandi vitan fæst um tey. 

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Ætlanin er at áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv, og at lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv. 

Ætlanin er eisini at samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, so sum hita og rák. 

Eisini skulu gerast nøktandi mannagongdir til at savna vaksin sjósíl, og síðani lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting millum ymisk ár. 

Kanningin er skipað í tveimum.

Onnur verkætlanin byrjar næsta vár, og kanningarnar verða gjørdar í Sandá í Havn. 

Hin verkætlanin byrjar í heyst. Í henni verður í fyrstu syftu ment ein mannagongd, sum savnar vaksin sjósíl í nøktandi nøgdum og støddum. 

Hesin parturin er tann mest avbjóðandi, sigur Fiskaaling, tí ongar royndir eru higartil gjørdar at fanga vaksin sjósíl á sjónum við Føroyar. 

Eisini verða sílini kannað fyri sjúkur og lús. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819