Landsroknskapurin ikki í lagi

12.09.2018 - 14:12
AktueltPengar
Landsroknskapurin ikki í lagi
Í frágreiðingini fyri 2017 hjá Landsgrannskoðanini stendur, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður.
 
 

Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður. Tað er ein yvirskrift í frágreiðingini fyri 2017 hjá Landsgrannskoðani.

Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava í nógv ár gjørt vart við, at alt er ikki við í landsroknskapinum, sum eigur at vera har. 

Nógvir grunnar og stovnar eru ikki við, heldur ikki í fíggjarlógini, siga tey.

Talan er um týðandi alment virksemi, sum ikki verður lagt fyri løgtingið, siga almennu grannskoðararnir.

Harafturat eru flestu reglur og fyriskipanir ikki galdandi fyri almennu partafeløgini, vísir Landsgrannskoðanin á.

Fíggjarmálaráðið arbeiðir við málinum at gera fullfíggjaðan landsroknskap, sigur tað, millum annað skal nýggj lóg gerast fyri Realin.

Tað merkir, at grunnar, sum ikki eru í landsroknskapinum, koma í hann. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. november
Morgunlestur hósdagur 22. november 2018
88031
Mikudag 21. november
Jógvan Arge ítróttarfrásøgumaðurin
88018
Mikudag 21. november
Góðan morgun Føroyar 20. 11. 2018
88007
Mikudag 21. november
Góðan morgun Føroyar 211118
88004
Mikudag 21. november
Áðrenn Elvis 20. nov. 2018
87993
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. november
Kari-Anne í Røst í Lofoten (3:6)
87887
Mikudag 21. november
25 minuttir: Høgni Rasmussen
87753
Mikudag 21. november
Tá lívið skiftir kós (5:7)
87221
Mikudag 21. november
Tíð at liva (4:6)
87921
Mánadag 19. november
3-2
87924