Landsroknskapurin ikki í lagi

Landsroknskapurin ikki í lagi
Í frágreiðingini fyri 2017 hjá Landsgrannskoðanini stendur, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður.
 
12.09.2018 - 14:12

Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður. Tað er ein yvirskrift í frágreiðingini fyri 2017 hjá Landsgrannskoðani.

Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava í nógv ár gjørt vart við, at alt er ikki við í landsroknskapinum, sum eigur at vera har. 

Nógvir grunnar og stovnar eru ikki við, heldur ikki í fíggjarlógini, siga tey.

Talan er um týðandi alment virksemi, sum ikki verður lagt fyri løgtingið, siga almennu grannskoðararnir.

Harafturat eru flestu reglur og fyriskipanir ikki galdandi fyri almennu partafeløgini, vísir Landsgrannskoðanin á.

Fíggjarmálaráðið arbeiðir við málinum at gera fullfíggjaðan landsroknskap, sigur tað, millum annað skal nýggj lóg gerast fyri Realin.

Tað merkir, at grunnar, sum ikki eru í landsroknskapinum, koma í hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652