Spara eina milliard

Spara eina milliard
Fíggjarstjóri í grønlendska flogvallarfelagnum sigur, at felagið sparir eina góða milliard, eftir at danska stjórnin setti 1,6 milliard í felagið.
Ætlanin er millum annað, at flogbreytin á flogvøllinum í Nuuk skal millum annað leingjast.
 
12.09.2018 - 09:02

Við fíggjarligu innspræningini úr Danmark, sparir Kalaalit Airports eina milliard í fíggjarkostnaði.

Tað sigur Peter Wistoft, fíggjarstjóri í grønlendska flogvallarfelagnum Kalaalit Airports við grønlendska kringvarpið KNR.

Danska stjórnin hevur sett 700 milliónir krónur í felagið, ið skal byggja stórar flogvallir í Grønlandi. Tann peningurin verður nýttur sum eginpeningur og síðani skulu aðrar 900 milliónir krónur lænast.

Tær 700 milliónirnar, ið danir hava sett í, eru renturfríðar, og tær 900 milliónirnar, ið skulu lænast í tveimum, verða nú læntar við eini rentu, ið er helvtina lægri, enn hon hevði verið, um allur peningurin skuldi útvegast við láni, sigur Peter Wistoft.

Tað hevur við sær, at inntøkukravið hjá felagnum er lægri og kann merkja, at eitt nú avgjøldini, ið flogvallarfelagið leggur á flogfeløgini og ferðafólkini, verða lægri enn upprunaliga ætla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585