Bensin- og dieselbilar í Íslandi í søguna

Bensin- og dieselbilar í Íslandi í søguna
Um 12 ár fer ikki at bera til at keypa bensin og diesel-bilar í Íslandi
 
14.09.2018 - 07:18

Heimasíðan, Iceland Monitor, skrivar, at íslendska stjórnin hevur lagt fram risastóra umhvørvisætlan, sum millum annað ber í sær, at nýggir bensin- og diesel-bilar ikki verða skrásettir eftir ár 2030.

Í 2050 skal eingin brúka bensin ella diesel, skrivar heimasíðan. Við hesum gongur Ísland somu kós sum Bretland og Frakland, sum í fjør boðaðu frá, at tey seta hetta bannið í verk frá ár 2040.

Ætlanin hjá íslendsku stjórnini er at minka um CO2-útáltið á íslendsku vegunum niður í helvt í 2030.

Nýggj ætlan fyri almenna flutningskervið, súkklu og gonguteigar eru eisini við í nýggju ætlanini hjá íslendsku stjórnini til frama fyri umhvørvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718