HB hevur longt sáttmálan við venjaran

14.09.2018 - 10:31
ÍtrótturFótbóltur
HB hevur longt sáttmálan við venjaran
Heimir Guðjónsson verður eisini venjari hjá HB í 2019
Mynd: © mbl.is  
 
 

Íslendski venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, hevur lyft felagið upp aftur á ovastu rók.

Felagið hevur í løtuni beina kós móti føroyameistaraheitinum, og spældi seg eisini í steypafinaluna.

Í dag skrivar HB á heimasíðuni, at sáttmálin við Heimir Guðjónsson er longdur, so hann er galdandi fyri 2019 eisini.

Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður:

- Heimir Guðjónsson hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarárið, og tí eru vit sera fegin um at leingja samstarvið.

Saman við Heimi fara vit sum felag at byggja víðari á alt tað, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB.

Heimir Guðjónsson bleiv íslendskur meistari við FH í 2008,2009,2012,2015 og í 2016. Hann tók við venjarastarvinum í HB i ár.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. november
Miss Perfect (4:6)
87155
Sunnudag 18. november
Andaktin
87870
Sunnudag 18. november
Guðstænasta úr Gjáar kirkju
87872
Sunnudag 18. november
Merkisverda Glomma á (3:5)
87464
Leygardag 17. november
Hvat bagir? (3:8)
87232