Svøríkisdemokratar vilja hava nakað afturfyri

Svøríkisdemokratar vilja hava nakað afturfyri
Svøríkisdemokratarnir seta krøv, tá tað snýr seg um uppskot til, hvønn flokkurin kann stuðla sum forsætisráðharri og stjórn
Mynd: SVT2  
 
15.09.2018 - 17:15

Mattias Karlsson, formaðurin fyri tingbólkin hjá Svøríkisdemokratunum, sigur í samrøðu við svenska kringvarpið, at Svøríkisdemokratarnir, SD, fara at seta krøv, tá tað snýr seg um uppskot til hvønn flokkurin kann stuðla sum forsætisráðharr og stjórn. 

Viðvíkjandi formanssessinum í Ríkisdegnum, so dugur hann ikki at siga, um flokkurin fer at koma við egnum uppskoti til tann sessin.

-Tað týdningarmesta er at fáa eina loysn, sum heldur í longdini, sigur hann um formanssessin.

Spurdur, um SD á nakran hátt fer at stuðla Stefan Løfven í at halda fram sum forsætisráðharri, svarar Karlsson, at tann, sum vil hava stuðul frá SD at gerast forsætisráðharri og fáa stuðul til fíggjarlógina, má lata flokkinum og SD-veljarunum okkurt afturfyri. 

- Vit mugu fáa okkurt frá okkara fýra fokus-økjum, sigur Mattias Karlsson. 

Tey snúgva seg um strangari tilflytarapolitikk, styttri bíðitíð til røktarpláss, fleiri átøk skulu setast í verk til tess at berja niður kriminalitet og fátækir fólkapensjónistar skulu fáa betri kor.

Mattias Karlsson sigur í samrøðuni, at SD vil hava Jimmy Åkesson til forsætisráðharra, men annars er málið at fáa flokkin í bestu støðu til at stýra, - um tað so er í minnilutastjórn saman við Moderatunum ella saman við Moderatunum og Kristiligu demokratunum. Flokkurin er eisini tilreiðar til nýval, tí flokkurin hevði fingið framgongd um tað var støðan, sigur Mattias Karlsson, formaður fyri tingbólkin hjá Svøríkisdemokratunum við SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819