Uppskot um friða øki til hval fall í IWC

Uppskot um friða øki til hval fall í IWC
Aftur í ár fall uppskotið um at friða eitt øki í SuðurAtlantshavi til hval á ársfundinum hjá IWC
 
15.09.2018 - 17:28

67-ins-tjúgundi árligi hvalaveiðifundurin hjá altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, er av á hesum sinni.

Og aftur í ár var uppskotið um at friða eitt øki í SuðurAtlantshavi til hval, vrakað á ársfundinum, sum í ár er í Brasil.

39 lond atkvøddu fyri uppskotinum, og 25 atkvøddu ímóti. 

Tað eru latínamerikansku og afrikansku londini í IWC, sum eiga uppskotið um eitt 20 miljónir ferkilometrar-stórt friða øki.

89 lond eru limir í IWC, - Danmark umboðar Føroyar og Grønland.

Flestu londini hava einki við stórhvalaveiðu at gera, men tey hava kortini avgjørda støðu til hvalaveiðumálið, og stór ósemja er millum hvalaveiðulondini og mótstøðulondini. 

Tað hevur tí verið trupult hjá altjóða hvalaveiðinevndini yvirhøvur at taka avgerðir.

Fleiri lond vilja banna hvalaveiði, men eitt nú Japan tekur ikki undir við tí.

Tveir triðingar av limalondunum skulu taka undir við uppskotinum, fyri at tað skal verða samtykt. 

Ísland atkvøddi ímóti uppskotinum, og tað gjørdu Japan, Noreg og Russland eisini, skrivar AFP-tíðindastovan. 

Tað var umhvørvismálaráðharrin í Brasil, Edison Duarte, sum legði fram uppskotið um verndarøki.

Hann er vónbrotin um, at uppskotið fall, men Brasil fer at arbeiða víðari fyri uppskotinum, sum fyrstu ferð varð lagt fram í 2001, og hevur verið tað síðani, og hvørja ferð hevur undirtøkan verið ov lítil. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691