Eiga at bíða við at halda springarum til

Eiga at bíða við at halda springarum til
Grindaformennirnir eiga at verða kallaðir saman at viðgera springaradráp. Tað heldur Javnaðarflokkurin í Løgtinginum.
 
16.09.2018 - 11:09


Allir grindaformenn í Føroyum eiga at seta seg saman at viðgera springarardráp. Meðan tað verður gjørt eigur at verða bíðað við at halda springarum til.

Tað heldur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkunm, Helena Dam á Neystabø.

Í tíðindaskrivi sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, at tey í Javnaðarflokkinum mæla til, at allir grindaformenn í Føroyum beinan vegin seta seg saman at viðgera avbjóðingina, og sum skjótast boða politiska myndugleikanum frá, millum annað hvussu tryggjast kann at springaradráp er burðardygt í mun til stovnsrøkt og gagnnýtslu av tilfeingi og at eftirlit verður við øllum drápum.

Javnaðarflokkurin heitir á landsstýrið um at kalla grindaformennirnar saman í stundini, so at viðgerðin kann byrja.

Meðan arbeitt verður við at loysa hesar spurningar, kunnu vit bíða við at halda springarum til, verður skrivað í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585