Endaliga svenska valúrslitið

Endaliga svenska valúrslitið
Endaliga úrslitið av svenska valinum er nú greitt.
 
16.09.2018 - 11:59

Endaliga valúrslitið í Svøríki er nú greitt, eftir Ríkisdagsvalið seinasta sunnudag.

Javnaðarflokkurin fekk 100 sessir, og misti harvið 13 sessir.

Moderatarna fingu 70 sessir, tað eru 14 minni enn tey høvdu frammanundan.

Svøríkisdemokratarnir fingu 62 sessir, og fingu 13 sessir fleiri, enn tey høvdu frammanundan.

Vallutøkan var 87,2 prosent. Tað sigur SVT.

Enn er ongin stjórn skipa í Svøríki. Borgarligi vongurin hevur 143 sessir, vinstrivongurin hevur 144 sessir. 

Tí hava tey tørv á Svøríkisdemokratunum fyri at skipa stjórn, ella má samstarv í lag millum tey borgarligu og tey vinstrahallu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718