Nýtt heimsmet í marathon sett í dag

Nýtt heimsmet í marathon sett í dag
Kenjiski rennarin, Eliud Kipchoge, hevur tikið heimsmetið hjá monnum í marathonrenning í Berlin Marathon í Týsklandi
 
16.09.2018 - 15:19

Hann rann teir 42 kilometrarnar upp á 2 tímar 1 minutt og 39 sekund.

Rutan í Berlin var á flatlendi, og turt og gott veður var, og tí vóru góðar umstøður fyri at fáa betri tíð. Í fjør var regn, sum darvaði rennarunum nógv, skrivar ap-tíðindastovan.

Dennis Kimetto úr Kenja átti seinasta metið frá 2014, tá hann rann teinin uppá 2 tímar, 2 minuttir og 57 sekund. 

Nú hevur Kipchoge tikið heimsmetið við einum heilum minutti og 18 sekundum. 

Ikki síðani heimsmetið í 1968, er metið tikið við so stórum muni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887