Nú verður fundur um rokningina

Nú verður fundur um rokningina
Fiskimálaráðið hevur boðið Tvøroyar Kommunu og MEST á fund um eina rokning
 
17.09.2018 - 19:31

Talan er um hana frá Mest fyri at lata bátin Samson vera við, tá eldurin í Varðanum Pelagic í fjør summar varð sløktur.

Fundurin verður hósdagin í næstu vikuni, - 27. september.

Mest sendi Tvøroyrar kommuna rokning fyri Samson. Rokningin er 205.000 kr.
Tvøroyrar kommunan vil ikki gjalda, tí kommunan heldur uppá, at eldurin var so stórur, at hann fer upp á triðja stig í tilbúgvingini. Tá so er, eigur landið at taka við, sigur kommunan.

Men tað heldur landið ikki. 

Og Fiskimálaráðið, sum er samskipari í tilbúgvingarmálum, vil tí heldur ikki gjalda rokningina, millum annað tí, at landið bað ikki um, at Samson fór á Tvøroyri at sløkkja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851