Rigmor kláraði oyggjaleikakravið

bannari
Rigmor kláraði oyggjaleikakravið
Rigmor N. Arge var í góðum formi, tá hon rann hálvmarathon í Keypmannahavn
 
17.09.2018 - 12:21

Rigmor Napoleonsdóttir Arge hevur klárað kravtíðina til oyggjaleikirnar, sum verða í Gibraltar í 2019.

Rigmor vísti fyri góðari viku síðan í Vágunum, at hon er við at finna gamla formin aftur, og tí var spennandi at vita hvussu tað fór at ganga í hálvmarathonkappingini í Keypmannahavn. 

Hvirlan.fo skrivar, at Rigmor legði hart út við at renna fyrstu 5 kilometrarnar uppá 19 min og 26 sekund, sum er hálvur minuttur skjótari, enn tá hon vann silvur á 5000 m. á Tórsbreyt 18. august.

Næstu 5 kilometrarnar rann hon uppá 20 min. og 8 sek.

Hon helt líknandi ferð til 15 km. vóru farnir. Millum 15 og 20 km fór tempo nakað niður, men enn var hon ávegis til eina tíð langt undir oyggjaleikakravið.

Tá teir 21,097 km vóru runnir segði klokkan 1 tíma, 25 minuttir og 4 sekund, sum er 16 sekund frá persónliga metinum, sum hon setti fyri 18 árum síðan.

Tíðin er 1 minutt og 46 sekund undir kravinum til oyggjaleikirnar.

Rigmor Napoleonsdóttir Arge gjørdist nummar 67 av øllum kvinnunum, men nummar 4 í sínum aldursbólki í hesi sterku kappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887