Tilgongdin undrar stjóran á Almannverkinum

Tilgongdin undrar stjóran á Almannverkinum
Flytingin av familjufyrisitingini frá Heilsu- og innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið hevur verið heldur óvanlig og ógreið.
Sambært Heen hava fleiri sagt seg úr starvi, vísir ein teldupostur í innlitinum
 
18.09.2018 - 18:25

Tað bendir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftinum millum Løgmansskrivstovuna, Heilsu- og innlendismálaráðið og Almannamálaráðið, á.

Løgmansskrivstovan skrivar í telduposti til Kringvarpið, at grundarlagið undir áskoðanini hjá bygnaðarbólkinum um at skipa Familjufyrisitingina undir Almannaverkinum var at fáa bygnaðin biligari og betri, sum frá líður. 

Við at skipa nýggjar ella lítlar stovnar, hvørja ferð nýggj virksemisøki stinga seg upp, verður almenna skipanin alt ov dýr, og fakliga umhvørvið veikt sum frá liður, skrivar Løgmansskrivstovan. 

Februar 

Í innlitinum sæst, at avgerðin um at flyta familjurættarliga málsøkið frá Heilsu- og innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið var tikin á einum landsstýrisfundi í februar í ár. 

Heilsu- og innlendismálaráðið hevði annars í rúma tíð arbeitt við, at landið skuldi yvirtaka málsøkið á Ólavsøku.

Innlitið, sum Kringvarpið hevur fingið, fevnir ikki um gerðabøkurnar hjá Landsstýrinum, og er tí ikki umfatandi. Men næsti teldupostur í málinum, sum Kringvarpið hevur fingið, er 7. mai, tá Løgmannskrivstovan biður øll aðalráð um at koma við viðmerkingum til broytingar í trimum málsøkjabýtum, harímillum at málsøkið familjurættur skal flytast 1. januar 2019. 

Til hetta svarar Turið Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, dagin eftir, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum vil vita, nær Løgmannsskrivastovan ætlar at lýsa broytingina. Tí Sirið Stenberg hevur gjørt eina avtalu við løgmann um, at tað er friður um økið fram til Ólavsøku, og at broytingin kann lýsast eftir Ólavsøku. 

Bað um fund

Sama dag svarar Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í hinum ráðnum, Almannamálaráðnum, Løgmannsskrivstovuni, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, hevur biðið um ein fund við løgmann um flytingina, men at hesin fundur ikki hevur verið enn.

Síðani gongur ein mánaði, til løgmaður 16. juni boðar aðalráðunum frá, at hann stutt eftir Ólavsøku fer at senda út fráboðanina um, at familjurættarliga málsøkið verður flutt frá Heilsu- og innlendismálum til Almannamál.

Næsti teldupostur er frá 23. juli. Tá skrivar Edvard Heen til Eyðun Mohr Hansen aðalstjóran í Almannamálaráðnum, at hann saknar kunning um flytingina av málsøkjum, og at hann heldur, at tað er órógvandi, at støðan er eins ógreið og óavgreidd sum við ársbyrjan. 

Undrar stjóran á Almannaverkinum

Av tí at tað í februar varð tikin avgerð um, at málsøkið skuldi flytast, so er tað meira enn løgið, at Almannaverkið ikki hevur fingið meira ítøkiliga høvi ella eina orsøk til at arbeiða víðari við flytingini av  málsøkinum, skrivar Edvard Heen.

Edvard Heen vísir í teldupostinum á, at tey í Almannaverkinum vita, at fólk, ið hava arbeitt við familjurættarliga økinum, hava verið órógvað av flytingini, og at fleiri hava sagt seg úr starvi av tí sama.

Hann vil tí vita, hvussu Almannaverkið sum skjótast kemur víðari í samskiftinum um yvirtøkuna. 

Tveir dagar seinni, tað vil siga 25. juli, sendir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, teldupostin víðari til Marjuna Hanusardóttir, aðalstjóra í Løgmannsskrivsstovuni. Hann vísir á, at avtala hevur verið um, at Familjufyrisitingin skuldi seta seg í samband við Almannaverkið fyri at fáa fund um málið, so málsøkjabýtið kundi fyrireikast so gott, sum til ber, men at hetta ikki er hent.

Aðalstjórin skrivar, at tað má verða ábyrgdin hjá tí, ið hevur málsøkið, og tískil eisini neyðugu vitan og tilfeingi at fyrireika flytingina. Aðalstjórin sigur, at so skjótt Almannamálaráðið verður kontaktað av Familjufyrisitingini ella Heilsu- og innlendismálaráðnum, setur Almannamálaráðið tíð og orku av til at fyrireika málsøkjabýtið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010