Vilja hava serskipan fyri Suðuroynna

Vilja hava serskipan fyri Suðuroynna
Stýrið í Bú og heimastænastuni í Suðuroynni vil hava somu skipan, sum er í Sandoynni. Tey hava sent umsókn um meira pening.
 
18.09.2018 - 13:04

Bú og Heimatænastan í Suðuroynni hevur biðið landsstýrið um meira pening til eldraøkið í Suðuroynni.

Stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroynni hevur sent løgmanni umsókn um eina fíggjarliga serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni - eins og tað er fyri eldraøkið í Sandoyar sýslu.

Stýrið fyri bú og heimatænastuna sendi 5.september umsóknina til løgmann.

Í umsóknini skrivar Mikkjal Sørensen, formaður fyri Búð og Heimatænastuna, og borgarstjóri í Porkeri, at støðan í Suðuroynni er í dag lík teirri, sum førdi við sær, at Sandoyar sýsla fekk serskipan, tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita - ein serskipan, sum førir við sær, at fíggjarliga afturberingin til Sandoyar Sýslu verður faldað við 1,3.

Stýrið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy samtykti á stýrisfundi 4. september 2018 at senda umsókn til Føroya Landsstýrið, stílað til Føroya Løgmann - og hervið verður søkt um at fáa serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, eins og serskipan er fyri eldraøkið í Sandoyar Sýslu, har fíggjarliga afturberingin frá Landinum til kommunurnar verður faldað við 1,3, stendur í brævinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey gera vart við støðuna á eldraøkinum í Suðuroynni.

Fyrr í ár sendi stýri fyri fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy skriv til landsstýrið, har tey gjørdu greitt, at kommunurnar í Suðuroynni og stýrið fyri Bú og Heimatænastuna i Suðuroy ikki vildi taka ábyrdina av eldraøkinum í Suðuroynni longur, um ein loysn ikki varð funnin á fíggjarliga trupulleikanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819