Marie Le Pen skal mentalkannast

Marie Le Pen skal mentalkannast
Ein dómstólur í Fraklandi hevur gjørt av, at forkvinnan í National Sameining, fyrr Front National, Marine Le Pen, skal mentalkannast
 
21.09.2018 - 17:32

Tað heldur rætturin vera neyðugt, eftir at hon í 2015 legði myndir út á Twitter í desember í 2015 av ræðuleikum sum Islamskur Statur hevði framt. Tað var fáar vikur eftir at limir í IOslamskum Stati gjørdu av við 130 fólk í Paris.

Marine Le Pentapti á forsetavalinum í 2017 ímóti Macron, og stiutt eftir tað var hennara polittiski immunitetur tikin frá henni, so hon kundi koma fyri rættin.

Í gjár boðaði hon so alment frá, at rætturin sum viðgerð málið, hevur kravt, at hon verður mentalkannað fyri sínar gerðir.

Boðini frá rættinum eru frá 11.september, og rætturin kvil hava kanningina, fyri at fáa greiðu á, um Le Pen skilir viðmerkingar og kann svara spurningum.

Maruine Le Pen er sjálv løgfrøðingur, og hon sigur, at boðini verða sett fram, tí stjórnin vil taka trúvirðið frá sær.

- Eg trúði at eg hevði upplivað alt, men tað tykist ikki vera so, og fyri at finnast at Islamskum Stati, vil rættarskipanin hava meg til mentalkanning. Hvussu langt kann samfelagið fara,spyr Marine Le Pen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691