Nógv hava fingið skrubb sæst í søluni hjá apotekum

Nógv hava fingið skrubb sæst í søluni hjá apotekum
Skrubb er farið at ganga, og higartil í ár hevur Tjaldurs apotek selt 140 pakkar av kreminum Nix, sum verður brúkt fyri skrubb
Skrubb skriðar illa.
 
22.09.2018 - 10:37

Skrubb er farið at ganga, og higartil í ár hevur Tjaldurs apotek selt 140 pakkar av kreminum Nix, sum verður brúkt fyri skrubb.

Meira enn helvtin er seld seinastu tveir mánaðirnar.

Hagtølini vísa ikki, hvønn kremið er selt til. Alt er tó ikki selt til viðskiftafólk hjá apotekinum Havn, tí ein partur er seldur til onnur apotek.

Fólk fáa skrubb, tá ið tey fáa skrubbmottu á húðina, sum borar seg niður í húðina, har hon kann verpa egg. Skrubb skriðar sera illa, serliga um náttina, tá ið hitin undir dýnuni kann gera mottuna virkna. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, ein er smittaður til skriðin byrjar. Til ber at smitta í hesum tíðarskeiðnum, skrivar gigni á heimasíðuni.

Einki krav um fráboðan

Tað er einki krav, at landslæknin skal hava fráboðan um skrubbtilburð. Tí hevur hann heldur einki yvirlit yvir, hvar skrubb er í landinum.

Men landslæknin veit um, at nakrir tilburðir hava verið í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Apoteksverkið sigur, at hevur tú illgruna um skrubb, eigur tú at fara til lækna alt fyri eitt. 

Skrubb verður viðgjørt við kremi, ið drepur skrubbmotturnar. Heilivágurin fæst í hondkeypi á apotekinum. 

Stór søla

At skrubb gongur, sæst millum annað á sølutølunum hjá Tjaldurs apoteki í Havn. 

Samanlagt hevur apotekið higartil í ár selt 140 pakkar av kreminum Nix, sum verður nýtt ímóti skrubb, ella fnat, sum tað eisini nevnist. 

Men yvir helvtin av søluni hevur verið seinastu tveir mánaðirnar.

Í august seldu Tjaldurs Apotek 45 pakkar av Nix og í higartil í september hevur apotekið selt 39 pakkar, samanlagt 84 pakkar seinastu tveir mánaðirnir.

Tað er meira enn helvtin av søluni alt árið, tí frá januar til og við juli seldi apotekið 56 pakkar av Nix.  

Keyparar ókendir 

Í hesum hagtølunum sæst ikki, hvørjum kremið er selt til.

Tjaldurs apotek vísur á, at alt er ikki selt til kundar úr Havn, ein partur er seldur til onnur apotek, millum annað Norðoya apotek. 

Apotekini bíleggja heilivág í hvør sínum lagi, og tí mynda tølini frá Tjaldurs apoteki ikki samlaðu sølanuna av Nix í øllum landinum. Eitt annað krem verður eisini nýtt fyri skrubb, men tí verður selt sera lítið av.

Fleiri stovnar hava kunnað um skrubb. Millum annað hevur Tórshavnar kommuna á facebook kunnað um skrubb. 

Lítil motta

Skrubb, fnatt ella scabies, kemur av einari lítla mottu í húðini, sum gravar seg niður í húðina við síðuna av einum hársekki ella innast í einum húðarfaldi. 

Skrubb gevur ringan skriða, tí skrubbmottan, skarnið og eggini stimbra immunverjuna, og hetta ber við sær ein ógvusligan skriða. Umleið 3 vikur ganga frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Tað skrivar apotekið um sjúkuna

Skrubb smittar við tættum kropsligum sambandi - serliga í seingjarhitanum, men eitt nú børn kunnu eisini verða smittað, tá ið tey spæla saman. Motturnar klára at yvirliva eina tíð í seingjarklæðum (2-4 dagar) uttan vert, 

Apotekið skrivar, at hevur tú illgruna um skrubb, eigur tú at fara til lækna fyri at fáa eina sjúkugreining. Skrubb verður viðgjørt við Nix, ið drepur skrubbmotturnar. Kremið verður gníggjað um allan kroppin. Nix fæst í hondkeypi á apotekinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010