Banna lúsaeitur í Norra

bannari
26.09.2018 - 18:24
AktueltVinna
Banna lúsaeitur í Norra
Tað boðar norski fiskimálaráðharrin frá. Føroyskir alarar brúktu 1448 tons av hydrogen peroxidi í fjør
Hydrogenperoksid, vísir tað seg, bæði skaðar og drepur rækjur, eisini tá tær koma í samband við evnið, sum er tynt nógv meira enn tey tynna tað í alivinnuni
 

- Bann skal setast fyri, at lúsaeitur kemur á sjógv, tá alivinnan avlúsar.

Tað boðar norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik frá, nú fyribils granskingarúrslit vísa, at evni, sum higartil hava verið hildin at vera hampuliga meinaleys, eru nógv vandamiklari fyri umhvørvið enn hildið.

Føroyski myndugleikin avgjørdi í gjár, at bíða við at taka málið upp, til "fakta eru á borðinum".

Birna Mørkøre, landsdjóralækni hevði ikki stundir til at gera samrøðu í dag, men sigur í stuttum telduposti, at "Skrásetingarráðið hevði fund í gjár, har tað varð avgjørt at bíða við at taka málið upp, til vit hava fakta á borðinum". Birna Mørkøre leggur afturat, at "nýtslan av hydrogenperoxid hevur verið sera lítil higartil í ár". Tøl hjá Kringvarpinum vísa, at alivinnan í fjør brúkti 1448 tons av hydrogenperoksidi. Talan er um lúsaeitur, sum skapar gassbløðrur í lúsini, so hon floytnar.

H202 skaðiligt

Higartil hevur hetta evnið, sum kemiskt eitur H2O2, verið hildið at verið hampiliga meinaleyst, tí tað hvørvur skjótt aftur í umhvørvinum, hevur verið sagt.

Men nýggj norsk gransking hevur givið pípuni eitt annað ljóð, og granskarar mæla nú til, at evnið rætt og slætt skal bannast, tí tað er so skaðiligt.

Hydrogenperoksid, vísir tað seg, bæði skaðar og drepur rækjur, eisini tá tær koma í samband við evnið, sum er tynt nógv meira enn tey tynna tað í alivinnuni. Lús er skeljadýr, rækja eisini, eins og vit eisini hava mong skeljadýr inni í føroysku alifirðunum.

Í gjár boðaði Harald T. Nesvik, fiskimálaráðharri frá, at hann hevur hoyrt ávaringarlúðurin hjá granskarunum.

Út frá varsemisprinsippinum skal fyribils bann setast fyri, at lúsaeevni frá alivinnuni skal koma á sjógv - eisini hydrogenproksid, sigur fiskimálaráðharrin.

- Til vit hava meira vitan tøka, skjóta vit upp, at bann skal setast fyri at lata lúsaeitur á sjógv við alibrúk, skrivar Harald T. Nesvik í tíðindaskrivi.

Bann til hoyringar

Hann fer at senda eitt uppskot til hoyringar, sum ber í sær, at heilivágur fyri laksalús til sonevnda baðiviðgerð bara er loyvd, tá viðgerðin fer fram í brunnbáti, og ikki við presending.

Fyribilsbannið móti lúsaeituri í Noregi skal fevna um viðgerð í og í sambandi við alibrúk, sum liggja í rækjuøki ella gýtingarleið, ella nærri enn háklvan kilometur frá slíkum økjum. Vatnið, sum verður br+ukt til lúsaviðgerðina skal ikki á sjógv, men skal flytast burtur frá alibrúkunum.

Fiskimálaráðharrin hevur verið á fundi við alivinnuna um spurningin.

- Stjórnin vil seta karmar um burðardyggan vøkstur í alivinnuni. Tað verður altíð ein ávísur tørvur á at brúka heilivág í fiskaaling, men vit skulu ikki hava eina nýtslu, sum hevur árin á umhvørvið, sum ikki kann góðtakast, sigur Harald T. Nesvik, fiskimálaráðharri í tíðindaskrivinum. 

Birna Mørkøre, landsdjóralækni segði í síðstu viku, at ein avgerð hjá norsku myndugleikunum um at seta bann her í Føroyum vildi vigað tungt, men at hon vildi hava meira ítøkiliga vitan fyrst.

Landsdjóralæknin situr saman við landslæknanum og landsapotekaranum í sonevnda Skrásetingarráðnum, sum góðkennir ella strikar heilivág og kemisk evni á listanum, sum brúktur verður í Føroyum.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni hevði ikki stundir til at gera samrøðu í dag, men sigur í stuttum telduposti, at "Skrásetingarráðið hevði fund í gjár, har tað varð avgjørt at bíða við at taka málið upp, til vit hava fakta á borðinum". Birna Mørkøre leggur afturat, at "nýtslan av hydrogenperoxid hevur verið sera lítil higartil í ár". Tøl hjá Kringvarpinum vísa, at alivinnan í fjør brúkti 1448 tons av hydrogenperoksidi.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. september
Morgunlesturin leygarmorgunin 21. september 2019
98628
Fríggjadag 20. september
Óhoyrt: Alt frá Føroyum til Avstralia
98988
Fríggjadag 20. september
TEMPO úr dvala
98968
Fríggjadag 20. september
Pressan: Jenis av Rana og Kringvarpið
98960
Fríggjadag 20. september
Morgunlesturin fríggjamorgunin 20. september 2019
98627
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. september
Kvinnur: HB - EBS/Skala
99004
Leygardag 21. september
Dreingir U17: Vikingur - HB
99003
Leygardag 21. september
Gentur U15: B36 - KÍ, Eilif Arge steypið
99000
Leygardag 21. september
U21 steypafinala: HB-Skála
98994
Fríggjadag 20. september
U18 Gentur: B36-ÍF/Víkingur/B68
98993